Porkeris skúli       ­ 

Søkt verður eftir 1 lærara og 1 námsfrøðiligum stuðulsfólki til skúlaárið 2026/27 

_____________________________________________________________________________ 

Ert tú ágrýtin og engageraður? Kundi tú hugsa tær at arbeitt á einum lítlum og spennandi skúla? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir. 

 

Í Porkeris skúla vera uml. 30 næmingar í 1.-7. árgangi komandi skúlaár. Á skúlanum starvast 4 lærarar. Harafturat samstarva vit við Vágs skúla, bæði um lærarar og 7. flokk. Vit leggja stóran dent á at hava ein mennandi og fjølbroyttan skúla, m.a. skipa vit fyri ymiskum tiltøkum á skúlanum og luttaka í kappingum og verkætlanum: 

  • First Lego League 

  • Betri vinir 

  • Pangea 

  • Evnisvikur 

  • Spæliliðið 

  • Lesivikur 

  • Útferðir 

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi, ert tú vælkomin at søkja. 

 

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026: 

1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026/27 vegna lækkað tímatal og avlopstímar, tímatalið verður endaliga ásett eftir 1. sept. 

1 námsfrøðiligum stuðulsfólki til 400 árstímar (uml. 10 klokkutímar um vikuna). Starvið verður lønt eftir sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum. 


Tey, ið sett verða, skulu: 

  • vera fyrikomandi, jalig og duga væl at samstarva. 

  • vera stundislig og nærløgd. 

  • vilja taka á seg spennandi, avbjóðandi og mennandi uppgávur í skúlanum. 

  • taka lut í dagliga arbeiði skúlans undir ábyrgd leiðslunnar og vera við til áhaldandi at menna skúlan. 


Førleikakrøv til lærarastørvini: 

Læraraútbúgving

Vit sóknast eftir lærara, sum kann undirvísa í føroyskum, støddfrøði, donskum, náttúru og tøkni, handaverk og list, kristni, heimsstaðarlæru og ítrótti. Eisini sóknast vit eftir lærara, sum vil taka ein virknan leiklut í “Betri vinir" verkætlanini í grunddeildini. 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Meira fæst at vita um størvini frá Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 276869. 

Umsóknir, saman við c.v. og avriti av prógvum, skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 4. juni 2026 kl. 14. Umsóknir kunnu sendast til beinta.g.jacobsen@skulin.fo ella 

Porkeris skúli, Gjørðabrekka 10, 950 Porkeri  


 

_____________________________________________________________________________ 

Les meira um skúlan á www.porkerisskuli.fo 

Bráðboð